Her ber til at síggja Stórsteypadystin 2019 hjá kvinnum millum EBS/Skála og HB, sum varð spældur á Tórsvølli sunnudagin 3. mars.

Her ber til at síggja Stórsteypadystin 2019 hjá kvinnum millum EBS/Skála og HB, sum varð spældur á Tórsvølli sunnudagin 3. mars.

 

Úrslitið gjørdist 7-1 til HB, eftir 3-0 leiðslu í hálvleikinum. Heidi Sevdal skoraði 3 mál, meðan Elin Maria Isaksen og Rebekka F. Benbakoura gjørdu 2 mál í part. Einsamalla málið hjá EBS/Skála skoraði Birna T. Mikkelsen.

 

Frásøgufólk er Tróndur Arge, og viðmerkjari er A-landsliðsvenjarin hjá kvinnum, John Petersen.