Árligu Stórsteypadystirnir, sum Fótbóltssamband Føroya skipar fyri í samstarvi við Lions Club, verða í ár spældir á Tórsvølli leygardagin 29. februar
Leygardagin 29. februar verður kappingarárið 2020 av álvara skotið í gongd, tá árligu Stórsteypadystirnir hjá kvinnum og monnum verða spældir á Tórsvølli.
Tað er føroyameistararnir og steypavinnararnir frá í fjør, sum møtast. Og í ár eru tað fremstu kvinnuliðini og mansliðini hjá KÍ og HB, ið bresta saman um Lions Steypini.
Stórsteypadysturin hjá kvinnum byrjar klokkan 16:00, meðan menninir fara á vøllin klokkan 19:00.
Til Stórsteypadystirnir kunnu luttakandi liðini fremja upp til fimm útskiftingar. Ágóðin frá dystinum fær Lions Club at lata til vælgerandi endamál.