UEFA hevur avgjørt at flyta føroyska FIFA-dómaran, Kára á Høvdanum ein bólk upp, so hann nú er í bólki 2, sum gevur møguleika til at døma dystir á hægri altjóða stigi enn higartil

——————

– Hetta er sjálvandi stórt fyri okkum og føroyska døming, og vil eg hervið ynskja Kára á Høvdanum hjartaliga tillukku við hesi stóru viðurkenning. At verða bólkaður í “Men Second Class” kann geva møguleika til at døma dystir á hægri stigi enn higartil, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.

Tað var seinnapartin fríggjadagin at boð komu frá UEFA, har kunnað varð um, at Kári á Høvdanum er ryktur ein bólk upp í samband við altjóða døming. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at ein føroyskur dómari er komin í bólk 2 fyri FIFA-dómarar.

Til allar altjóða dystir verða dómararnir eygleiddir, og síðan verður frágreiðing skrivað og støðumet givið. Hetta verður eisini brúkt í heimligu kappingini. Og fyri Kára á Høvdanum hevur støðumetið í seinastu altjóða dystunum verið so mikið gott, at hann nú er ryktur ein bólk upp.

– Dómsnevndin hjá UEFA, og ikki minst UEFA Referee Officers hava verið væl nøgdir við avrikini hjá føroysku dómarunum, og tað eru vit sjálvandi sera glaðir fyri og ernir av, sigur Lassin Isaksen.

Sambært faroesoccer.com hevur Kári Jóannessarson á Høvdanum dømt 259 dystir í føroyskum vaksnamannafótbólti síðan 2009. Hann bleiv kosin FIFA-dómari í november í 2017.