UEFA hevur sett Alex Troleis at døma dystin í Youth League millum Tottenham og Inter. Youth League er fyri U19-liðini hjá teimum feløgunum, sum eru við í Champions League bólkaspælinum

– Hetta er sjálvandi bæði mennandi og spennandi fyri okkara dómarar, og vit eru sjálvandi sera glaðir fyri, at føroyskir dómarar fáa tílíkar uppgávur, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.

 

UEFA hevur sett føroyskar dómarar á dystin í Youth League millum tey bæði stórfeløgini úr Ongland og Italia, Tottenham og Inter. Alex Troleis skal leiða dystin inni á vøllinum, og at hjálpa sær á síðulinjuni verða Johnleif Gerðisá og Jón Marni Johannesen.

 

Youth League er fyri U19-liðini hjá teimum feløgunum, sum eru við í Champions League bólkaspælinum, og verður spæld eftir sama leisti sum Champions League.

 

Dysturin í Youth League millum Tottenham og Inter verður mikudagin 29. november klokkan 13:00 á Tottenham Training Center í Enfield í London.

 

Undan dystinum er FC Barcelona nummar 1 í bólkinum við 10 stigum. Tottenham hevur 6 stig. PSV Eindhoven er nummar 3 við 4 stigum, meðan Inter er á 4. plássi við einum stigi.