Hósdagin skal føroyski FIFA-dómarin, Kári á Høvdanum døma dystin millum FC Flora Tallinn og Anorthosis Farmagusta FC í bólkaspælinum í UEFA Conference League
——————
Hósdagin 4. november sleppur føroyska dómarakvartettin við Kára á Høvdanum á odda av álvara at royna seg í altjóða høpi.
Europeiska fótbóltssamgongan, UEFA hevur nevniliga sett Kára á Høvdanum, Andrew Christiansen, Dan Højgaard og Alex Troleis, ið verður 4. dómari at døma dyst í bólkaspælinum í UEFA Conference League millum FC Flora Tallinn úr Estlandi og Anorthosis Farmagusta FC úr Kýpros.
Hetta er samstundis fyrstu ferð, at føroyskur dómari skal leiða ein dyst í bólkaspælinum í einari av stóru kappingunum hjá UEFA.
Ungi gøtumaðurin, sum er uppvaksin í Syðrugøtu, hevur verið virkin sum dómari seinastu tólv árini, og verið altjóða dómari umboðandi Føroyar síðan 2018.
– Hetta verður enn ein stór uppliving og avbjóðing sum dómari, og eg gleði meg ótrúliga nógv. Nú ræður um at vit, allir fýra, sum skulu leiða hendan dystin, fyrireika okkum so væl sum tilber, sigur Kári á Høvdanum við heimasíðuna hjá FSF.
Undan dystinum eru FC Flora Tallinn og Anorthosis Farmagusta FC ávikavist nummar 3 og 4 í bólkinum við einum stigi í part. Tá liðini hittust í Nicosia á Kýpros fyri tíggju døgum síðan gjørdist úrslitið javnleikur 2-2.
Fremst í bólkinum er belgiska stórfelagið KAA Gent við 9 stigum, trý stig frammanfyri Partizan Beograd, sum er á 2. plássi.