Føroyska U17-landsliðið við gentum tapti eisini næsta dystin í UEFA menningarkappingini, sum í hesum døgum er í Hvítarusslandi. Mótstøðuliðið hesaferð var Kasakstan, sum vann 2-0

– Í avgerandi løtum var hepni ikki við okkara gentum. Millum annað raktu vit stongina tvær ferðir, og komu eisini til fleiri góðar støður. Men bólturin vildi ikki í málið, sigur Øssur Hansen, landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Farna týsdag spældi føroyska U17-landsliðið við gentum fyrsta av trimum dystum í UEFA menningarkappingini, sum í hesum døgum er í Minsk í Hvítarusslandi. Úrslitið týsdagin gjørdist 2-0 til Aserbadjan, og somu tøl stóðu á máltalvuni hósdagin, tá Kasakstan var mótstøðuliðið.

 

– Vit spældu ein góðan fyrra hálvleik, men eftir steðgin byrjaði orkan at ganga undan. Eisini tekniskt høvdu okkara gentur tað trupult, og tað er nakað vit mugu arbeiða við. Tað er kortini einki at ivast í, at sovorðnir dystir eru mennandi fyri føroyska liðið, sigur Øssur Hansen.

 

Seinasti dystur í kappingini verður spældur leygardagin, tá okkara gentur skulu møta Hvítarusslandi, sum í sínum dystum hevur vunnið 4-2 á Kasakstan, og 2-1 á Aserbadjan.

 

Føroyar: 12. Eyðbjørg Reynslág (M), 2. Birita Rasmussen (9. Ester Ellingsgaard, 49’), 3. Jórunn Justinussen (4. Bergljót Hansen, 41’), 6. Jenny Petersen, 10. Sunniva Willemoes (7. Celia Toxborg, 41’), 13. Rakul í Soylu, 14. Fridrikka Clementsen (liðskipari), 15. Jasmin Darvishi (8. Karin Áslaksdóttir, 28’), 16. Judith Rasmussen, 17. Sára á Líðarenda (11. Malena Olsen, 28’) og 18. Kristina Nattestad.