Meginpartin av feløgunum tóku lut, tá FSF leygardagin skipaði fyri temadegi, har fokus millum annað varð sett á strategiina og málini hjá felagsskapinum
——————
Framløgur um millum annað kvinnufótbólt, menning av feløgunum og kunning um nýggja kappingarfilosofi, umframt sera áhugavert kjak var á skránni, tá Fótbóltssamband Føroya leygardagin skipaði fyri temadegi fyri feløgunum.
Umboð fyri 15 av 18 feløgum luttóku, og sum heild eydnaðist dagurin sera væl.
– Hetta var ein spennandi dagur, har nógv góð orð vóru sett á tær avbjóðingar, sum fótbólturin hevur. Men tað var eisini spennandi at hoyra um viðurskifti, ið rigga væl, og eg haldi, at tey flestu fingu nógv burturúr, sigur Elisabeth Haraldsen, forkvinna í MB.
Eisini formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen, sum seinastu ellivu árini hevur staðið á odda fyri einum av stóru feløgunum í landinum, lat væl at degnum.
– Ja, eg haldi at nógv gott kom fram, og alt í alt ein góður dagur, sum uttan iva kann vera við til at menna føroyskan fótbólt. Tað er jú akkurát tað, ið vit øll ynskja, líka mikið hvørjum felagi vit koma frá.
Árliga virksemið hjá FSF er rættuliga stórt, og 2022 er als einki undantak. Omanfyri hálvthundrað landsdystir eru á skránni í ár, og í heimligu kappingini eru umleið 400 lið tilmeldaði í teimum ymisku kappingunum, hjá bæði gentum og dreingjum, og kvinnum og monnum.
Temadagurin byrjaði annars við, at FSF-forsetin, Christian Andreasen bjóðaði vælkomin, og greiddi í stuttum frá gongdini hjá Fótbóltssambandi Føroyar higartil í ár. Og sum ovasti fyri felagsskapinum er hann bjartskygdur um framtíðina.
– Eg fegnist um alt virksemið, sum er í føroyskum fótbólt, og tað stóra arbeiðið, ið feløgini gera saman við FSF. Menningin hevur eisini verið stór seinastu árini, og tað er sjálvandi umráðandi, at menningin heldur fram. Tí hava slíkir fundir stóran týdning, so øll draga somu línu, sigur Christian Andreasen við heimasíðuna hjá FSF.
Myndir: Hans Erik Danielsen