Søkt verður eftir starvsfólki til marknaðar- og samskiftisdeildina í Fótbóltssambandi Føroya. Freistin at søkja er mánadagin 18. november
Brennur tú fyri samskifti, marknaðarføring og SoMe? Hevur tú hug at vera við í einum eldhugaðum toymi, sum gongur á odda fyri at økja um áhugan fyri fótbólti? So hava vit eitt spennandi starv á nýggju marknaðardeildini hjá FSF.
Á marknaðardeildini miðla og marknaðarføra vit føroyskan fótbólt og takast við alt frá at samskipa filming av dystum, selja klæðir, skipa fyri tiltøkum og gera lýsingar. Vit stýra heimasíðuni og sosialu miðlunum hjá FSF og samskipa øll marknaðarføringsátøk.
Harafturat taka vit okkum av innanhýsis ráðgeving um samskifti og marknaðarføring.
Vit eru ein lítil deild við fýra starvsfólkum, sum samstarva tætt, har meginpartin av arbeiðinum er á skrivstovuni í vanligari arbeiðstíð. Kortini eru vit ikki ov fín til at fara i arbeiðshandskarnar og hanga bandalýsingar upp, og annars gera aðrar líknandi praktiskar uppgávur í sambandi við dystir og onnur tiltøk. Vit vænta tí, at tú ert sinnað/ur at arbeiða uttanfyri vanliga arbeiðstíð, og at ferðast uttanlands í sambandi við landsdystir.
Arbeiðsøkið fevnir um…
– At leggja til rættis og skipa marknaðarátøk
– At miðla føroyskan fótbólt
– Sølu av landsliðsklæðum og merchandise
– Sølufremjandi átøk hjá FSF
– At umsita heimasíðu og sosialar miðlar hjá FSF
Vit leita eftir einum starvsfólki, ið…
– Hevur skipaða og greinandi tilgongd til arbeiðið
– Hevur góðar samskiftisførleikar, og dugir at orða seg stutt og greitt á føroyskum
– Hevur góðan kunnleika um KT og talgildar loysnir
– Er forvitin og áhugað/ur í nýggjum pallum og háttum at marknaðarføra FSF
– Er álítandi, sjálvstøðug/ur og framsøkin
– Er tænastusinnað/ur, semjusøkjandi og trívist, har tað til tíðir kann vera nógv at gera
Viðkomandi útbúgving og royndir innan miðling og sosialar miðlar er ein fyrimunur.
Um FSF
FSF er fótbóltsins samband og okkara aðalmál er, at fótbóltur er fyri øll – Alt árið – Alt lívið. Vit arbeiða við nærlagni og eldhuga fyri, at tað skal vera lætt hjá øllum at spæla fótbólt – uttan mun til kyn, aldur ella førleikar. Á henda hátt verður tryggjað, at vit bæði virka fyri teimum góðu úrslitunum, samstundis sum vit við røttum ítróttaranda fremja rørslu og fólkaheilsu við sannføring um, at fótbóltur borgar fyri gleði, trivnaði og felagsskapi.
Løn og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv, og vit ynskja, at tú byrjar 1. januar ella eftir avtalu.
Løn og setanartreytir verða sambært avtalu, grundað á útbúgving og royndir.
Soleiðis søkir tú
Ynskir tú at vera við á liðnum, send so umsókn við prógvum, viðmælum og lívsrensli til [email protected] í seinasta lagi mánadagin 18. november 2024.
Um tú hevur spurningar í sambandi við starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Brynhild Absalonsen, [email protected] ella tel. 291950.