Fótbóltssamband Føroya søkir eftir leiðara til nýstovnaða marknaðar- og samskiftisdeild. Freistin at søkja er mikudagin 20. mars 2024

——————

Brennur tú fyri marknaðarføring og samskifti? Megnar tú at seta kósina og skapa úrslit, samstundis sum tú røkir tær dagligu uppgávurnar? Og vilt tú verða partur av einum eldhugaðum arbeiðsplássi, ið hvønn dag mennir føroyskan fótbólt? So er hetta starvið, júst tað rætta fyri teg.

Um starvið
Fótbóltssamband Føroya hevur seinastu árini ment seg nógv, og tí seta vit nú á stovn nýggja deild við ábyrgd fyri marknaðarføring, sølu og samskifti. Aðalmálið hjá nýggju deildini verður at byrta áhuga fyri fótbólti í Føroyum og gjøgnum nýhugsan at menna vørur og átøk, ið skapa nýtt virksemi fyri FSF.

Deildin telur fýra starvsfólk, har marknaðar- og samskiftisleiðarin hevur ábyrgd av leiðslu og samskipan. Saman við toyminum skal leiðarin menna og seta í verk strategi fyri marknaðar- og samskiftisøkið, sum stuðlar undir Menningarætlanina 2021-2026 hjá FSF.

Fótbóltssamband Føroya er ein fjølbroyttur felagsskapur við nógvum áhugapørtum. Avgerðandi er tí, at leiðarin megnar at fevna breitt og tryggja øllum viðskiftapørtum tað uppmerksemi, ið krevst fyri at styrkja FSF innan stuðulssamstarv, áskoðaraviðurskifti, sølu, marknaðarføring og samskifti.

Starvið er í høvuðsheitum í vanligari skrivstovutíð, men er merkt av skiftandi arbeiðstrýsti og krevur til tíðir kvøld- og vikuskiftisarbeiði.

Vit ynskja, at leiðarin skal:
– skapa og seta í verk eina strategi fyri marknaðar- og samskiftisøkið
– skapa bestu umstøður fyri núverandi og framtíðar samstarvspartnarum
– standa á odda fyri og menna PR, brand og image
– menna jalig sambond við allar miðlar
– standa á odda fyri øllum útgávum, herundir heimasíðu og sosialum miðlum
– síggja virði í, at fótbóltur er fyri øll, og hava hetta í huga í øllum týðandi avgerðum

Um teg
Vit ímynda okkum, at tú hevur:
– leiðslu og verkætlanarroyndir
– viðkomandi útbúgving innan marknaðarføring, samskifti ella líknandi
– hollan kunnleika innan talgilda marknaðarføring og sosialar miðlar
– dirvi til at ganga á odda
– álítandi og góð samstarvsevni
– nýhugsandi tilgongd har tú megnar at menna hugskot og seta hesi í verk
– áhuga og innlit í føroyskan fótbólt
– áhuga fyri dáta og royndir við at nýta dátur í handilsligum virksemi
– áhuga fyri vitlíki og at gagnnýta teir møguleikar, ið vitlíki bjóðar
– drúgvar royndir við sølu og marknaðarføring
– skipaða tilgongd til arbeiðið
– góð evni at samskifta skrivliga og munnliga á føroyskum og enskum

Um FSF
FSF er fótbóltsins samband og okkara aðalmál er, at fótbóltur er fyri øll – Alt árið – Alt lívið.

Vit arbeiða við nærlagni og eldhuga fyri, at tað skal vera lætt hjá øllum at spæla fótbólt – uttan mun til kyn, aldur ella førleikar. Á henda hátt verður tryggjað, at vit bæði virka fyri teimum góðu úrslitunum, samstundis sum vit við røttum ítróttaranda fremja rørslu og fólkaheilsu við sannføring um, at fótbóltur borgar fyri gleði, trivnaði og felagsskapi.

Løn og setanartreytir
Talan er um fulltíðar starv, og vit ynskja, at tú byrjar 1. mai. Lønin verður sambært avtalu.

Soleiðis søkir tú
Ynskir tú at verða við á liðnum, send so umsókn við prógvum, viðmælum og lívsrensli til [email protected] í seinasta lagi mikudagin 20. mars 2024.

Um tú hevur spurningar í sambandi við starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Kristin Dam Ziska, aðalskrivara, tel. 29 19 68 ella teldupost [email protected].