Skráin fyri ráðstevnuna um barna- og ungdómsfótbólt, sum verður 1. og 2. mars, er nú klár. Tveir sera spennandi útlendskir gestir koma at luttaka
Fríggjadagin 1. og leygardagin 2. mars skipar Fótbóltssamband Føroya fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt. Ástøðiliga parturin verður í B36-húsinum, meðan tann praktiski parturin av ráðstevnuni verður á Tórsvølli.
Skráin fyri ráðstevnuna er nú komin upp á pláss, og kunnu vit kunngerða tveir sera spennandi útlendskar gestir.
Sun kunnugt, so fáa vit vitjan av Antoni Ordinas. Hann hevur PRO licens frá spanska fótbóltssambandinum, og hevur drúgvar royndir sum venjari, bæði við ungdómi og vaksnum. Umframt at hava starvast í ymsum feløgum í Spania, hevur Antoni starvast í Noregi síðani 2013. Fyrstu árini sum ungdómsvenjari og eisini vaksnamannavenjari í Stabæk, og í ár er hann akademistjóri í Lillestrøm.
Til ráðstevnuna í ár fáa vit eisini vitjan av íslendinginum, Heiðar B. Torleifsson, sum í ár er komin til B71 at starvast. Heiðar hevur drúgvar royndir sum ungdóms- og talentmennari í fleiri íslendskum feløgum – seinast hjá Breiðablik, har uppgávan var menning av teknisku venjingini og venjarunum í felagnum.
Harumframt hevur Heiðar B. Torleifsson verið knýttur at Coerver Coaching, sum er ein vælumtóktur venjingarháttur til menning av teknisku førleikunum hjá spælarum.
Impulstímar og luttøkugjald
Ráðstevna um barna- og ungdómsfótbólt telur 10 impulstímar til endurnýggjan av UEFA B og UEFA A licensum.
Kostnaðurin fyri at taka lut á ráðstevnuni er 1.000 kr. pr. luttakara. Um okkurt felag meldar fleiri enn 5 luttakarar til, er kostnaðurin 500 fyri luttakara nummar 6 og uppeftir.
Tilmelding til ráðstevnuna fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Freistin at boða frá luttøku er mánadagin 18. februar 2019.
Nærri kunning um ráðstevnuna sæst her: Ráðstevna Barna- og ungdómsfótbólt
Les eisini: Ungdómsfótbóltur á breddan 1.-2. mars
Skráin | ||
Fríggjadagin | ||
17:30 – 17:40 | Vælkomin | Pætur S. Clementsen |
18:00 – 19:00 | Døgurði í B36-húsinum |
|
19:00 – 19:45 | Decision making in pressured situations | Antoni Ordinas |
20:00 – 21:00 | Venjing á Tórsvølli | Antoni Ordinas |
|
|
|
Leygardagin |
|
|
09:00 – 09:30 | Menning av framtíðarvenjaranum | Pætur S. Clementsen |
09:30 – 10:00 | Framløga av venjingartilfari 6-9 ár | Eli Hentze |
10:15 – 11:00 | 1v1 moves and ball mastery | Heiðar B. Torleifsson |
11:15 – 12:15 | Venjing á Tórsvølli | Heiðar B. Torleifsson |
13:30 – 13:30 | Miðmáli í B36-húsinum |
|
13:30 – 14:15 | The training: From the match to the session | Antoni Ordinas |
14:45 – 15:45 | Venjing á Tórsvølli | Antoni Ordinas |
16:15 – 17:00 | Gestarøðari |
|
17:15 – 17:30 | Samanumtøka |
|
18:00 | Døgurði í FSF-húsinum |