Landsliðsvenjarin gleðir seg til Nations League kappingina, har Føroyar eru í bólki saman við Aserbadjan, Montenegro og Kyprós


Í dag varð lutakastið til bólkaspælið í fyrstu Nations League kappingini hjá kvinnum avgreitt. Føroyar komu í bólk C3 saman við Aserbadjan, Montenegro og Kyprós. Millum áskoðararnar til lutakastið var Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari og hon gleðir seg til nýggju kappingina.

– Vit komu í ein bólk við spennandi mótstøðulondum, sum vit ikki kenna heilt so væl sum fleiri av hinum londunum, sum Føroyar hava spælt fleiri vinardystir ímóti. Men nýggi kappingarleisturin er ótrúliga spennandi, tí hetta eru øll lond, har vit kunnu vænta okkum harða mótstøðu og samstundis kunnu arbeiða miðvíst fyri at taka meira virknan lut í spælinum og skapanini av sjálvum dystinum, sigur Signe Pries Andersen.

Í hinum bólkunum finnast fleiri av londunum, sum føroysku kvinnurnar seinastu árini hava spælt fleiri vinardystir ímóti, eitt nú baltisku londini og Luksemborg. Men royndirnar móti júst Aserbadjan, Montenegro og Kyprós eru so at siga ongar í føroyskum A-landsliðshøpi, og tað ger bara uppgávuna enn meira spennandi, sigur landsliðsvenjarin.

– Nú kunnu ítøkiligu fyrireikingarnar ordiliga byrja, so eg eri byrjað at hyggja eftir hesum liðunum og fyrireika meg uppá, hvussu vit kunnu gera okkum galdandi í dystunum í heyst, sigur Signe. Hon byrjar formelt í starvinum sum landsliðsvenjari 1. juni, og tá fer at hon at síggjast í Føroyum til dystir og annað, áðrenn hon og familjan flyta ordiliga til landið seinni í summar.