Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt at framskunda steypafinaluna hjá U13-gentunum, so hon í staðin verður spæld á Tórsvølli mikudagin 18. september klokkan 17:00

Stóra steypafinaluvikuskifti hjá Fótbóltssambandi Føroya stendur fyri framman. Fríggjadagin eru tvær steypafinalur á skránni, meðan fimm finalur verða spældar leygardagin.

 

Upprunaliga skuldu sjey finalur verðið spældar leygardagin, men vegna serligar umstøður blivu finalurnar hjá U15 Dreingjum og U13 Gentum fluttar.

 

Steypafinalan hjá U15 Dreingjunum, sum kappast um Cadbury Steypið, varð spæld mikudagin í farna viku, tá KÍ og Víkingur møttust við Løkin í Runavík. Longd leiktíð mátti til, fyri at finna eina vinnara, men tá avtornaði vunnu klaksvíkingar 4-2.

 

Steypafinalan hjá U13 Gentunum verður spæld á Tórsvølli mikudagin 18. september klokkan 17:00. Liðini í finaluni eru HB og 07 Vestur.

 

Skráin fyri steypafinalu-vikuskiftið sæst niðanfyri.

 

Fríggjadagin 20. september

Kl. 17:30 B36 – ÍF/Víkingur/B68 (Gentur U18 / Mótasteypið)

Kl. 20:00 HB – Skála (U21 / Intersport Steypið)

 

Leygardagin 21. september

Kl. 10:00 B36 – HB (Dreingir U13 / Solar Steypið)

Kl. 11:30 B36 – KÍ (Gentur U15 / Eilif Arge Steypið)

Kl. 14:00 Víkingur – HB (Dreingir U17 / Blaðberasteypið)

Kl. 16:30 HB – EBS/Skála (Steypafinalan kvinnur)

Kl. 20:00 Víkingur – HB (Løgmanssteypið)

 

Atgongumerkjasølan til finaluna um Løgmanssteypið hevur gingið væl. Á middegi mánadagin vóru umleið 500 atgongumerki eftir. Meðan Tórsvøllur er undir umbygging, er pláss fyri áleið 3.500 áskoðarum kring vøllin.

 

U13 Genturnar hjá 07 Vestur skulu mikudagin klokkan 17:00 spæla steypafinalu á Tórsvølli…

 

…mótstøðuliðið hjá 07 Vestur í finaluni verður HB – Myndir: www.FSF.fo