Føroyar fingu eina flúgvandi byrjan við máli í fjórða minutti, men so komu norðurírar fyri seg


Seinasti dysturin hjá A-landsliðnum við kvinnum í hesari undankappingini byrjaði sum ein dreymur. Longu í fjórða minutti spældu føroysku kvinnurnar seg ígjøgnum í høgru síðu. Kára Djurhuus sendi bóltin inn móti málinum, og við aftaru stong var Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir komin inn á rætta stað. Hon setti bóltin trygt í netið og skoraði harvið sítt fyrsta landsliðsmál og fyrsta føroyska málið í hesari undankappingini.

Tað skuldi tó eisini vísa seg at gerast hitt einasta, og gleðin var sera stokkut, tí longu tveir minuttir seinni javnaði Norðurírland. Tað hendi eftir eitt innlegg úr vinstru síðu, sum føroyska verjan ikki megnaði at rudda burtur.

Restin av fyrra hálvleiki gekk annars hampuliga væl, sæð við føroyskum brillum, hóast norðurírar løgdu seg á odda eftir ein knappan hálvan tíma. 2-1 støðan helt sær til hálvleiks, og kenslan í búkinum var lutfalsliga góð, tí avrikið hevði verið arbeiðssamt og gott allan fyrra hálvleik.

Søgan og støðan í seinna hálvleiki gjørdist ein onnur. Eitt sera gott langskot stutt eftir steðgin tók luftina eitt sindur frá føroyska liðnum, og seinastu løtuna fingu Norðurírar tvey mál afturat, sum gjørdu endan á dystinum til ein súran bita at svølgja.

Eftir stendur tó, at hóast Føroyar ikki fingu stig í hesi undankappingini, so eru avrikini batnað munandi síðan byrjanina, og málið í dystinum í kvøld tænir eisini sum ein týdningarmikil áminning um ta framgongdina, sum landsliðið hevur arbeitt seg til.