Tað ræður um at seta sær høg mál og at droyma stórt. FSF varpið hevur sett Heidi Sevdal stevnu, nú hon, sum fyrsti føroyingur, hevur spælt 100 A-landsdystir fyri Føroyar
——————
Fyri 37 ára gomlu Heidi Sevdal var 18. novembur í 2006 ein serligur dagur. Hendan dagin spældi tá 17 ára gamla runavíksgentan sín fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar.
Og nú vit skriva 2026, er Heidi Sevdal framvegis partur av landsliðnum, og samlaða talið av dystum er komið upp á 101.
FSF varpið hevur sett drúgva landsliðsspælaranum stevnu, har róð verður afturá tey 20 árini saman við landsliðnum. Heidi Sevdal fortelur millum annað um tvær serligar landsliðsblusur, har onnur er frá heimsins besta kvinnuliga fótbóltsspælara.




