Kvinnulandsliðið hevur havt sína síðstu venjing undan HM undankappingardystinum móti Georgia, sum verður á Tórsvølli í morgin klokkan 17:00

——————

Í morgin, leygardagin klokkan 17:00 spælir A-landsliðið við kvinnum seinna HM undankappingardystum í hesum umfarinum, tá Georgia kemur á vitjan á Tórsvølli.

Á middegi fríggjadagin hevði føroyski hópurin sína síðstu venjing undan dystinum, har seinastu smálutirnir vóru fingnir uppá pláss.

Áðrenn venjingina fekk FSF varpið orðið á Mona Rasmusdóttir, ið gleðir seg til dystin móti Georgia.