Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, sendir teir somu ellivu á vøllin ímóti Lettlandi, sum byrjaðu í 1-1 javnleikinum móti Norðurmakedónia fyri trimum døgum síðani
Seint sunnukvøldið kom A-landsliðið við monnum til lettlendska høvuðsstaðin, Riga, har annar dysturin í UEFA Nations League 2024/2025 kappingini er á skránni klokkan fimm seinnapartin í dag.
Í gjár varð vant á Skonto Stadion, har dysturin verður spældur, og sum heild hava fyrireikingarnar gingið væl. Allir í hópinum eru væl fyri til enn eina stóra uppgávu, sum hesaferð skal loysast á útivølli.
Og samanborið við dystin fyri trimum døgum síðani, tá Føroyar spældu javnleik 1-1 á Tórsvølli ímóti Norðurmakedónia, so vera tað júst teir somu ellivu, ið landsliðsvenjarin sendir á vøllin frá byrjan í dag.
Bárður á Reynatrøð verður í mál, og verjuna manna Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Samuel Chukwudi og Viljormur Davidsen, sum eisini er liðskipari. Á miðvøllinum frá byrjan vera Gunnar Vatnhamar, René Shaki Joensen, Sølvi Vatnhamar, Hanus Sørensen og Meinhard Olsen, og fremstur verður Jóan Símun Edmundsson.
Á beinkinum sita Silas Eyðsteinsson, Kristian Joensen, Jann Julin Benjaminsen, Daniel Johansen, Hørður Askham, Sonni Ragnar Nattestad, Arnbjørn Svensson, Pætur Petersen, Adrian Justinussen, Mads Boe Mikkelsen, Klæmint Andrasson Olsen og Petur Knudsen.
Undan øðrum umfari í bólki C4 í Nations League er Armenia fremst við trimum stigum, Føroyar og Norðurmakedónia hava eitt stig í part, meðan Lettland onki stig hevur.