FSF Varpið: Sølvi Vatnhamar er aftur tøkur til A-landsliðið, eftir at tvey brotin ryvjabein hava hildið miðvallaran uttanfyri seinastu dystirnar í UEFA Nations League

Sølvi Vatnhamar er aftur tøkur til landsliðsfótbólt. Tvey brotin ryvjabein vóru annars orsøkin til, at miðvallarin ikki var við ímóti Aserbadjan og Kosovo fyri einum mánað síðani. Men, sum hann sjálvur sigur, so er hann 100 prosent klárur til komandi uppgávur á føroyska miðvøllinum.

 

A-landsliðið fyrireikar seg í hesum døgum til UEFA Nations League dystin móti Aserbadjan, sum verður á Baki Oliympia Stadion í Baku í Aserbadjan leygardagin. Ferðalagið kom til aserbadjanska høvuðsstaðin seint týsdagin, og síðani hava tvær venjingar verið á skránni.

 

Aftaná seinnu venjingina mikudagin fekk FSF Varpið orðið á Sølva Vatnhamar, sum aftur er í býnum, har hann hevur góð fótbóltsminnir. Sølvi var nevniliga við á føroyska U21-landsliðnum, sum fyri ellivu árum síðani megnaði at spæla javnleik 2-2 á útivølli móti Aserbadjan. Og stendur tað til mannin við 10-talinum á rygginum, so taka vit øll stigini hesaferð.