Í samband við UEFA Grassroots-vikuna, varð mikudagin skipað fyri spølum og venjingum á Tórsvølli, har næmingar frá Serbreytunum á Glasi og á Kambsdali luttóku

——————

Árliga Grassroots-vikan hjá UEFA er á skránni í hesum døgum, og í tí sambandi skipaðu Fótbóltssamband Føroya og Parasport Føroyar fyri serligum degi á Tórsvølli mikudagin, har Serbreytirnar á Miðnámi á Glasi og á Kambsdali vóru boðin við.

Endamálið við UEFA Grassroots-vikuni er at fagna og varpa ljós á grassroots-fótbóltin í Evropa, og tiltakið á Tórsvølli mikudagin var partur av føroyska ískoytinum til grassroots-vikuna.

Umleið 35 næmingar saman við lærarum luttóku í góðveðrinum á Tórsvølli, har skipað varð fyri ymiskum fótbóltsspølum og -venjingum.

Hetta er triðja árið á rað, at skpað verður fyri slíkum tiltakið fyri Serbreytirnar. Á hvørjum ári hevur undirtøkan verið góð, og fyriskipararnir fegnast eisini um, at Serbreytirnar hava tikið so væl ímóti hesum tiltaki, ið vónandi er komið fyri at verða. Í fjør bleiv tiltakið tó avlýst orsaka av keðiligum veðri.

Myndir: Hans Erik Danielsen