Gestur í FSF Varpinum hesaferð er John Petersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, sum seinni í vikuni fara til Litava at spæla tveir venjingardystir

Fyrireikingarnar hjá kvinnulandsliðnum til komandi EM-undankapping eru so smátt farnar í gongd. Fyrr í ár tók John Petersen við sum landsliðsvenjari eftir Pætur Clementsen, og fríggjadagin verður farið til Litava at spæla tveir venjingardystir.

 

Í EM-undankappingini er føroyska liðið komið í bólk saman við Noregi, Wales, Hvítarussland og Norðurírlandi. Sambært John Petersen er talan um ein sterkan bólk, og hóast úrslitini ikki altíð vóru so góð í seinastu HM-undankapping, so blivu avrik og úrslit betri og betri fyri hvønn dyst.

 

– Til komandi kapping til føroyska liðið fyrst og fremst halda fast í tí góða frá farnu kapping, og síðani byggja víðari á tað, sigur John Petersen.