Um vikuskiftið verður fótbóltsskúli í Hólmanum á Eiði. Fríggjadagin verður vant frá klokkan 13 til 16:45, og leygardagin verður vant frá klokkan 10 til 15

Um vikuskiftið verður vøllurin í Hólmanum á Eiði karmur um fjórða fótbóltsskúlan, sum Fótbóltssamband Føroya skipar fyri í summar.

 

Umleið 70 børn og ung, í aldurinum 6 til 14 ár hava boðað frá luttøku til fótbóltsskúlan á Eiði, sum verður fyriskipaður í samstarvi við EB/Streym.

 

Fríggjadagin 12. juli

Kl. 13:00 Møta í Hólmanum á Eiði

Kl. 13:15 Venjing

Kl. 14:45 Steðgur (luttakararnir fáa frukt o.a.)

Kl. 15:15 Venjing

 

Leygardagin 13. juli

Kl. 10:00 Møta í Hólmanum á Eiði

Kl. 10:15 Venjing

Kl. 11:45 Døgurði

Kl. 12:45 Venjing

Kl. 14:30 Endi

Kl. 15:00 Liðugt

 

Fimti og seinasti fótbóltsskúlin, ið FSF skipar fyri í ár, verður á Dungasandi í Sørvági í døgunum 15. og 16. august. Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.fsf.fo.