Hóast skotska mótstøðan gjørdist ovurstór fyri føroysku kvinnurnar, so var eisini føroyskur málfagnaður á Hampden Park í kvøld
Eingin væntaði ein lættan dyst móti skotsku kvinnunum, sum tóku ímóti í Glasgow í kvøld. Skotsku kvinnurnar teljast millum fremstu liðini í Evropa, og vertirnir vístu heldur ikki stórvegis blíðskap á vøllinum. Spælið gekk mest fyri seg utanfyri føroyska brotsteigin, og skotar sendu nógv innlegg inn fyri málið. Fyrstu løtuna megnaðu okkara kvinnur at standa ímóti, men eftir knappar 20 minuttir fingu skotar hol á málskjótingina.
Og so gekk tað skjótt. Í seinnu helvt av fyrra hálvleiki skoraði Skotlandi trý mál afturat, soleiðis at hálvleiksstøðan var 4-0.
Størsta løtan við føroyskum eygum kom tíðliga í seinna hálvleiki, tá Føroyar fingu hornaspark í høgru síðu eftir gott uppspæl frá málinum. Ásla Johannesen sendi bóltin innfyri, og við fremru stong kundi Maria Biskopstø seta pannuna á bóltin og minka um munin.
Málið var eitt sjálvsagt hæddarpunkt í dystinum, og fyrstu góðu løtuna eftir gekk tað eisini væl at halda bóltin uttanfyri føroyska málið. Men heimaliðið var framvegis greitt omaná og spælstýrandi. Tær gjørdu arbeiðið liðugt við trimum málum í seinna hálvleiki, og dysturin endaði sostatt 7-1 til Skotland.
Hóast nógv mál eru komin ímóti í teimum báðum fyrstu dystunum, so eru eisini góð ting at taka við til komandi uppgávur í undankappingini. Spania og Skotland eru styrkismett ávíkavist hægst og næsthægst í bólkinum, og hóast Føroyar ikki hava fingið stig, so er fyrsta føroyska málið í undankappingini longu skorað.
Myndir: Bjarni Enghamar