Leygardagin 14. september frá klokkan 09:00 til 15:00 skipar Fótbóltssamband Føroya fyri skeiði um, hvussu fótbóltsfeløg kunnu skipast

Skeiðið inniheldur frálæru um millum annað bygnaðin í felagnum (nevndir, undirnevndir, arbeiðsbólkar o.a.), uppgávur og ábyrgd hjá nevndini, og fastleggjan av uppgávum.

 

Skeiðið tekur útgangsstøði í bygnaðinum av fótbóltsfeløgum, har felag eisini koma at leggja fram, hvussu teirra virksemi er skipað.

 

Tað er ókeypis at luttaka, og feløg eru vælkomin at senda fleiri umboð. Men neyðugt er við tilmelding, ið fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Freistin at boða frá luttøku er mánadagin 2. september 2019.