Hósdagin 2. mars skipar Fótbóltssamband Føroya fyri skeiði, ið serliga er ætlað nýggjum nevndarlimum í feløgunum kring landið

——————

Hósdagin 2. mars klokkan 18:00 og næstu tveir tímarnar skipar Fótbóltssamband Føroya fyri skeiði, ið serliga er ætlað nýggjum nevndarlimum í fótbóltsfeløgunum kring landið.

Skeiðið er tó ikki bara ætlað nýggjum nevndarlimum, men kann eisini vera viðkomandi fyri undirnevndir og bólkar, og onnur áhugaði, og hesi eru sjálvandi vælkomin at melda til og luttaka.

Endamálið við skeiðnum er at geva nevndarlimunum innlit í, hvussu føroyski fótbóltsheimurin er skipaður og uppbygdur.

Skeiðið, ið er ókeypis, tekur útgangsstøði í leiðsluhandbókini hjá FSF, sum verður útflýggjað luttakarunum.

Tilmelding fer fram á https://forms.office.com/e/HH2240SdYq