Tað er nógv, ið bendir á, at Skála og NSÍ aftur verða at síggja í fremstu deildini hjá monnum í 2024

——————

Ein triðingur av kappingini í 1. deild hjá monnum er nú spældur, og sum stigatalvan sær út í løtuni, so er okkurt, ið bendir á, at tað verða niðurflytararnir frá í fjør, Skála og NSÍ sum flyta upp aftur.

Eftir at øll liðini í næstfremstu deildini hava spælt níggju dystir, hevur Skála 24 stig, meðan runavíkingar eru nummar 2 við 19 stigum. Á 3. og 4. plássi koma Víkingur og KÍ við ávikavist 18 og 15 stigum.

Leygardagin vunnu skálamenn ein tryggan 3-0 sigur á heimavølli móti HB. Málini gjørdu Carlos Ferreira, Marjus Nón og Ari Ólavsson Ellingsgaard.

NSÍ gjørdi eisini sína skyldu sum oddalið, tá teir vóru á vitjan Inni í Dal á Sandi, har B71 tók ímóti. Úrslitið gjørdist 2-1 til NSÍ. Tað vóru annars heimamenninir, ið komu betri frá byrjan, og longu í 6. minutti legði Kristian Krog Hentze sandoyingar á odda. Men lítla løtu seinni javnaði Beinir Nolsøe, og tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, avgjørdi Jógvan Højgaard dystin til fyrimuns fyri gestirnar úr Runavík.

Úrslit, 9. umfar
B68 – Víkingur 1-2
B36 – FC Hoyvík 3-0
Skála – HB 3-0
B71 – NSÍ 1-2
KÍ – EB/Streymur 4-1

Stigatalvan og leikskráin síggjast H E R