Sambært serfrøðingunum í Fótbóltsblaðnum 2024 er KÍ favorittur at endurvinna FM í Betrideildini hjá bæði kvinnum og monnum

——————

Fótbóltsblaðið 2024 er útkomið, og fæst ókeypis á øllum EFFO støðunum kring landið, og í No12 á Tórsvølli.

Í blaðnum verður ljós varpað á øll fótbóltsfeløgini kring landið, landsliðsárið, ið stendur fyri framman, og dómararnar. Klummuna skrivar Emil Lisberg Jacobsen, og har verður hugt nærri at kappingarleistinum.

Í Fótbóltsblaðnum ber eisini til at lesa um metingarnar, ið fjølmiðlarnir hava, tá teir verða spurdir um, hvussu Betrideildin hjá kvinnum, og Betrideildin hjá monnum fara at síggja út frá nummar 1 til 8 og frá 1 til 10, tá FM steypini skulu handast í heyst.

Og sambært teimum tíggju, ið tippa, so skulu vit rokna við at klaksvíkingar aftur í ár fara avstað við FM heitunum hjá bæði kvinnum og monnum.

Men samstundis skulu vit vænta, at í Betrideildini hjá monnum fer Víkingur at arga KÍ um meistaraheitið. Tríggir av teimum tíggju meta nevniliga, at teir ljósabláu verða millum biðlarnar, tá FM 2024 skal staðsetast.

Í kappingini hjá kvinnum vænta allir miðlarnir – uttan ein – at KÍ endurvinnur FM, og at NSÍ aftur í ár verður nummar 2. Tó er ein serfrøðingur, ið heldur, at silvurkrónurnar í ár fara at enda í HB.

Síggi allar metingarnar í Fótbóltsblaðnum, sum fæst ókeypis í øllum EFFO støðunum kring landið, og í No12 á Tórsvølli.

Ársins fyrsti dystur í fremstu deildini hjá monnum verður á Dungasandi í Sørvági leygardagin 9. mars klokkan 17:00, har 07 Vestur fær vitjan av Víkingi.

Betrideildin hjá kvinnum fer av bakkastokki leygardagin 30. mars, meðan stórsteypadysturin hjá kvinnum, sum í ár er millum KÍ og NSÍ, verður á Tórsvølli sunnudagin 24. mars klokkan 16:00.