Sjálvboðin eru lívæðrin í føroyskum ítrótti, tí ítróttafelagsskapurin er grundaður á eldsálir og sjálvboðin í øllum liðum av arbeiðinum. Hetta er virðismikið á so mangan hátt, og tí skal sjálvbodna fjøldin viðurkennast og fjálgast um.


Í døgunum 23. til 29. oktober vitjar ÍSF kring landið við spennandi framløgum fyri nevndarlimir, venjarar, íðkarar, foreldur og onnur áhugað.

Høvuðsgestarøðari er Jesper Frigast Larsen við fyrilesturinum: “Frivillighed under pres”. Umframt at hoyra frá Jesper, verður sofaprát har spurt verður inn til sjálvbodna arbeiðið í lokaløkinum.

Vit bjóða lokalari eldsál til sofaprát um at vera sjálvboðin í ítrótti. Vit spyrja: “Hvør er drívmegin?”, “Hvønn týdning hevur sjálvbodna arbeiðið fyri ítróttafelagsskapin og fyri tey persónliga?”. Síðan verður sofaprátið víðkað við umboði fyri ÍSF og Jesper Frigast Larsen.

Eldsálirnar eru
Svangaskarð 23. oktober: Hanna Olsen, Víkingur
Trongisvágur, 24. oktober: Otto Gram, TB Flogbóltur
Sandavágur, 27. oktober: Christina Ravnsfjall, 07 Vestur
Klaksvík, 28. oktober: Sonja Kjølbro, KRF
Tórshavn, 29. oktober: Jógvan K. Glerfoss, Bragdið & Súsanna Maria Hansen, B36

Øll eru hjartaliga vælkomin til framløgurnar.