Fríggjadagin 13. mai skipar FSF fyri impulsskeiði innan ítróttarsálarfrøði. Skeiðið telur 7 impulstímar til dagføring av UEFA A- og B-venjarapróvnum
——————
Tað verður danin, Carsten Hvid Larsen, ið kemur at undirvísa, tá Fótbóltssamband Føroya fríggjadagin 13. mai frá klokkan 09:00 til 16:00 skipar fyri impulsskeiði innan ítróttarsálarfrøði.
Innan sálarfrøði hevur Carsten Hvid Larsen drúgvar royndir í fótbóltsumhvørvinum, og hann hevur seinnu árini virkað fyri at seta sjóneykuna á sálarliga heilsu í talentmenning og úrvalsítrótti, bæði í Danmark og á altjóða fótbóltsakademium.
Carsten Hvid Larsen starvast sum lektari á granskingareindini LETS á Syddansk Universitet, og hevur harafturat tilknýti til FC Nordsjælland, og varð í vikuni settur í starv hjá DBU. Hjá danska fótbóltssambandinum kemur Carsten Hvid Larsen at hava ábyrgdina av fótbóltssálarfrøðini hjá øllum landsliðunum hjá Danmark.
Impulsskeiðið við Carsten Hvid Larsen er ætlað venjarum við UEFA A- ella UEFA B-prógvi, og telur 7 impulstímar til dagføring av próvnum. Venjarar, sum luttaka á A-venjaraskeiðnum í ár, taka eisini lut á skeiðnum.
Tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.FSF.fo. Freistin at boða frá luttøku er mánadagin 2. mai.