Nú er greitt, hvørjir skulu manna A-landsliðið til EM-undankappingardystirnar móti Norra og Svøríki. Talan er samstundis um síðsta hópin hjá Lars Olsen og Jóannesi Jakobsen, sum seinastu átta árini hava staðið á odda fyri føroyska A-landsliðnum við monnum
Sum fyrireiking til seinastu dystirnar í undankappingini til EM 2020 – á Ullevaal í Oslo fríggjadagin 15. november, og á Friends Arena í Stokkhólmi mánadagin 18. november – hava heimligu landsliðsspælararnir, umframt teir, sum spæla í íslendskum fótbólti, vant regluliga á Tórsvølli.
Tilsamans hava seks venjingar verið á skránni farnu tvær vikurnar, og nú er greitt, hvørjir skulu manna føroyska hópin til EM-undankappingardstirnar móti Norra og Svøríki. Talan er samstundis um seinastu dystirnar hjá Lars Olsen sum føroyskum landsliðsvenjara, og hjá hjálparvenjaranum, Jóannesi Jakobsen.
Smávegis broytingar eru í hópinum hesaferð, í mun til teir 22, sum vóru við í 1-0 sigrinum móti Malta fyri lítlum mánað síðani.
Eli Falkvard Nielsen, ið lærir til elektrikara, fer í næstu viku undir sveinaroyndina, og Hallur Hansson er skaddur, meðan Adrian Justinussen verður við U21-landsliðnum, sum týsdagin 19. november møtir Norðurmakedónia á Tórsvølli.
Í staðin hava Lars Olsen og Jóannes Jakobsen sent boð eftir Odmari Færø úr Hamarkameratene í Norra, og har afturat er Gilli Rólantsson Sørensen við aftur, eftir at tvøramaðurin var leikbannaður til dystin ímóti Malta.
Hópurin
Gunnar Nielsen, FH (Ísland)
Kristian Joensen, KÍ
Teitur Matras Gestsson, HB
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, Hamarkameratene (Norra)
Andrias Høgnason Eriksen, B36
Heini Vatnsdal, Fremad Amager (Danmark)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Norra)
Magnus Egilsson, HB
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Norra)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)
Árni Frederiksberg, B36
Gilli Rólantsson Sørensen, Brann SK (Norra)
Brandur Hendriksson Olsen, FH (Ísland)
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Patrik Johannesen, KÍ