Við tveimum sannførandi sigrum á ávikavist KÍ og Víkingi, vann HB fríggjakvøldið ársins steypafinalur fyri U13 Dreingir og U18 Gentur

——————

HB gjørdi av álvara slætt borð fríggjakvøldið, tá steypafinalurnar fyri U13 Dreingir og U18 Gentur vórðu spældar á Tórsvølli.

Í finaluni hjá dreingjunum var motstøðuliðið KÍ, og longu tá liðini fóru til hálvleik var teimum flestu greitt, at HB fór at vinna. Støðan í steðginum var nevniliga 6-0 til teir reyð-svørtu. Fleiri mál komu ikki, og tí endaði steypið í HB-húsinum.

Málskjúttarnir vóru Silas B. Joensen, Mortan Eyðunarson, Dánial Thuy Mørkøre, Jógvan í Skála og Dávid Reynheim, ið skoraði tvær ferðir.

Í finaluni um Mótasteypið, ið er steypakappingin fyri U18 Gentur, gjørdist úrslitið 4-1 til HB móti Víkingi. Í hálvleikinum stóð 2-0 á máltalvuni.

Málskjúttar hjá HB vóru Lea Tórarenni Johannesen, Astrid P. Mittfoss, Katrin Hansen og Maria Dahl Eystberg. Málið hjá Víkingi skoraði Eydna Olsen Dalheim.

Leygardagin 2. oktober eru aftur tvær finalur á skránni. Klokkan 10:30 spæla U13-genturnar hjá KÍ og NSÍ, og klokkan 12:00 verður finalan um Eilif Arge steypið, ið er steypakappingin fyri U15 Gentur, millum HB og FC Hoyvík.

Myndir // U13 Dreingir: KÍ – HB 0-6

Myndir // U18 Gentur (Mótasteypið): HB – Víkingur 4-1

Fotografur: Bjarni Enghamar