Føroyska landsliðið spældi ein góðan dyst á útivølli móti Rumenia. Men rumenar vóru effektivari, og vunnu 4-1. Viljormur Davidsen skoraði føroyska málið við brotssparki

Effektiviteturin var á muni, tá Rumenia og Føroyar brustu saman í EM-undankappingardysti á Dr. Constantin Radulescu Stadion í Cluj í Rumenia týskvøldið. Úrslitið gjørdist 4-1 til heimaliðið, sum var á odda 3-1 í steðginum.

 

Sum heild var talan um ein javnan dyst, men rumenar dugdu betri at umseta sínar møguleikar til mál. Fyrstu 25 minuttir kom føroyska liðið fram til fleiri góðar støður, men bólturin vildi ikki í málið. Í staðin legði Rumenia seg á odda í 26. minutti, og bara seks minuttir seinni stóð 3-0 á máltalvuni.

 

Føroyar minkaðu um munin stutt fyri hálvleik. Turkiski dómarin floytaði fyri brotssparki, tá hann metti, at verjuleikari hjá Rumenia togaði heldur harðliga í Klæmint Olsen. Viljormur Davidsen var settur at skjóta, og hann var tryggur frá brotssparksblettinum.

 

Í seinna hálvleiki komu bæði liðini til nakrar málkjansir, men eins og áðrenn steðgin, so vóru rumenar effektivari. Rumenia fekk eitt mál afturat, og vann 4-1.

 

Næsti dystur hjá Føroyum verður tann 7. juni, tá spaniólar koma á vitjan á Tórsvølli. Samstundis sum Rumenia og Føroyar spældu, vann Spania 2-0 á útivølli móti Malta, meðan Noreg og Svøríki spældu javnleik 3-3.

 

Myndir: Rumenia – Føroyar 4-1 (3-1)

 

Viljormur Davidsen skoraði føroyska málið, tá hann stutt fyri hálvleik setti brotsspark trygt í netið – Mynd: Hans Erik Danielsen