Fríggjakvøldið 12. oktober í 2012 spældu Føroyar og Svøríki HM-undankappingardyst á Tórsvølli. Í kvøld fara liðini á aftur vøllin, hesaferð í EM-undankappingardysti. Fyri Rógva Baldvinsson stendur dysturin fyri sjey árum síðani klárt í minninum

Vit skrúva tíðina aftur til 12. oktober í 2012. Føroyar og Svøríki spæla HM-undankappingardyst á Tórsvølli. Spældir eru trettan minuttir av seinna hálvleiki, og Føroyar hava innkast langt frammi í høgru síðu. Jónas Tór Næs kastar langt inn í svenska brotsteigin, og í øllum trunkanum dettur bólturin fyri føturnar á Rógva Baldvinsson, sum smekkar til. Tað stendur nógv á nesmeskunum, tá bólturin brestur í netið aftan fyri svenska málmannin. 1-0 til Føroyar, og meginpartin av teimum umleið 5.000, sum eru á Tórsvølli hetta kvøldið, eru á gosi. Føroyar eru á odda ímóti Svøríki og Zlatan.

 

– Eg minnist væl handan dystin. Átta av mínum bestu vinmonnum úr Norra vóru komnir til Føroyar at hyggja eftir landsdystinum ímóti Svøríki. So tað var ein heilt fantastisk kensla at skora, og síðani renna út til síðulinjuna, nærmast við har sum vinmenninir sótu. Eg hopaði sjálvandi at vit fóru at vinna 1-0, men soleiðis bleiv tíverri ikki, sigur Rógvi Baldvinsson um løtuna fyri seks árum síðani, tá hann sendi Føroyar á sigurskós ímóti svium og Zlatan Ibrahimovic.

 

Tá Føroyar og Svøríki fara á vøllin í kvøld, er enn einaferð fullsett kring vøllin, júst sum seinast, tá svenskarar vóru á vitjan, og sum tað hevur verið nógvu seinastu dystirnar, tá føroyska landsliðið hevur spælt á tjóðarleikvøllinum.

 

– Áskoðararnir vóru øgiliga góðir seinast vit møttu Svøríki. Tórsvøllur var elektriskur! Eg minnist eisini væl at Zlatan gav Jónasi Tór Næs eitt ógvusligt skump. Fallið var so mikið ógvusligt, at vørrin skrædnaði, so hann mátti av vøllinum fyri at seymast. Hesa løtuna spældu vit 10 móti 11, og akkurát teir minuttirnar skoraði Svøríki tvey mál.

 

– Eg minnist eisini sera væl, at Zlatan tosaði allan dystin – serliga í fyrra hálvleiki, og tað vóru ikki bara pen orð, ið hann hevði til okkara. Men í gongini, beint uttanfyri skiftingarrúmið bleiv hann settur upp á pláss av Fróða Benjaminsen – Zlatan og Fróði fóru næstan til hendurs – og í seinna hálvleiki segði hann ikki so nógv. Men hann skoraði hinvegin sigursmálið hjá Svøríki, og prógvaði samstundis, at hann var ein av heimsins bestu fótbóltsspælarum, fortelur fryntligi norski føroyingurin.

 

Stoltur av at umboða Føroyar

Rógvi Baldvinsson, ið flutti til Norra at búgva sum fimm ára gamal, spældi sín fyrsta landsdyst fyri Føroyar, tá Rógvi 11. august í 2010 var við á U21-landsliðnum, sum á heimavølli í Gundadali vann 3-1 ímóti Andorra.

 

Andorra var á odda í hálvleikinum, men stutt eftir steðgin javnaði Wentzel Ragnarsson, og tá 74 minuttir vóru spældir legði Rógvi Baldvinsson, sum tá spældi fyri lítla felagið Ålgård, føroyska U21-liðið á odda 2-1. Í seinastu minuttunum slerdi Kristoffur Jacobsen 3-1 sigurin fastan.

 

Árið eftir vóru boð eftir Rógva Baldvinsson á A-landsliðnum, og hann var við í teimum fimm EM-undankappingardystunum, sum vóru á skránni í 2011. Síðani tá hevur Rógvi spælt 37 dystir A-landsdystir fyri Føroyar, og skorað trý mál.

 

– Sjálvt um eg eri uppvaksin í Norra, so havi eg næstan hvørja summarferiu verið í Føroyum. Og tað at spæla fyri føroyska landsliðið hevur altíð verið ein dreymur, og eg eri ótrúliga stoltur av at fáa hendan møguleikan, sigur Rógvi Baldvinsson, sum væntar at møta einum góðum svenskum liðið í kvøld.

 

– Svøríki hevur eitt gott A-landslið. Teir gjørdu tað gott í Nations League, og teir spældu seg heilt til fjórðingsfinalurnar í EM-endaspælinum síðsta summar. Men klára vit at spæla við nógvum sjálvsáliti, og um vit brúka okkara styrki rætt, so skulu vit nokk geva teimum sterka mótstøðu. Og skapa vit líka nógvar málkjansir hesaferð, sum vit gjørdi móti Norra, so kunnu vit saktans fáa eitt framúr úrslit, sigur Rógvi Baldvinsson at enda.