Hóskvøldið fekk FSF varpið orðið á Rógva Jacobsen, ið er ein av luttakarunum á “Leikaraleiðini”. Talan er um eitt nýtt venjaraskeið, ið er er ætlað royndum fótbóltsspælarum
Sum nakað nýtt, er Fótbóltssamband Føroya fari undir at skipað fyri einum serligum venjaraskeið, nevnt “Leikaraleiðin”. Endamálið við skeiðnum er at røkka fótbóltsspælarum, sum eru komnir til árs, men framvegis eru virknir, og spælarum, sum eru givnir, men sum hava spælt á høgum stigi seinastu árini.
– Hetta er ein góður møguleiki at koma í gongd við venjaraútbúgvingina, og sjálvt um ein hevur spælt nógv fótbólt sjálvur, so er venjarayrkið nakað heilt annað og øðrvísi, í mun til at vera fótbóltsspælari.
Tað sigur Rógvi Jacobsen millum annað í samrøðu við FSF varpið. Rógvi er ein av teimum 29 luttakarunum á “Leikaraleiðini”, sum byrjaði farna týsdag.