Í samband við árligu Grassroots vikuna hjá UEFA, hava barnagarðarnir kring landið verið bodnir til “Bóltur og spæl” tiltøk seinastu dagarnar
Tað hevur verið lívsjáttandi at fylgt við barnagarðstiltøkunum, sum seinastu tíðina hava verið fyriskipaði kring landið í samband við Grassroots vikuna hjá UEFA. Tilsamans hava fleiri enn 500 børn tikið lut í tiltøkunum, sum hava verið hildin í Sørvági, Klaksvík, Runavík, Streymnesi, Vági og Havn, og eftir heystfrítíðina verður eisini tiltak fyri barnagarðarnar í Sandoynni.
Grassroots samskiparin hjá Fótbóltssambandi Føroya, Christina Ravnsfjall, sum hevur staðið fyri tiltøkunum, letur sera væl at undirtøkuni.
– Børnini hava verið røsk at møta upp til tiltøkini, og at síggja til hava tey hugnað sær óført saman við teimum vaksnu starvsfólkunum, sum hava verið við teimum. Endamálið við tiltøkunum er at geva børnunum eina stuttliga og læruríka byrjan upp á eitt møguligt komandi lív í fótbólti, sigur hon við heimasíðuna hjá FSF. Hon leggur afturat, at umframt góðu undirtøkuna frá barnagørðunum, hava væl fleiri enn 100 fólkaskúlanæmingar eisini verið við sum hjálparfólk til tiltøkini, og at hetta hevur verið ein framúr góð hjálp.
Bóltur og spæl eru kjarnin í tiltøkunum og soleiðis er tað sum heild, tá arbeitt verður við børnum í teimum yngstu aldursbólkunum. Tiltøkini verða tó eisini brúkt til at varpa ljós á onnur heilsugóð ting, sum fótbólturin hevur at bjóða børnum.
– Í einum gerandisdegi, har børn og vaksin brúka nógvar tímar innandura við avmarkaðari rørslu, vilja vit við hesum tiltøkunum vísa á týdningin av, at børn eisini eru virkin likamliga og enntá læra at veruliga kýta seg. Vit hava øll gott av at brúka og uppbyggja meira orku við at røra okkum, og her gera vit tað so við børnunum gjøgnum ymisk spøl, har vit við og ímóti hvørjum øðrum eisini eru partur av einum gevandi og sunnum felagsskapi, greiðir Christina Ravnsfjall frá.
Hóast vit eru komin nakað út á heystið og veðrið tí hevur verið nakað vátt onkrar av døgunum, so er regn ikki nøkur forðing hjá børnunum, sambært grassroots samskiparanum, sum eisini er útbúgvin námsfrøðingur.
– Tað kann sjálvandi vera eitt sindur kalt og vátt at vera úti í føroyskum heystarveðri, men so leingi sum vindurin ikki av álvara ger um seg, so hava vit ikki havt trupulleikar av at havt tiltøkini uttandura. Børnini tola og tíma væl at vera úti í regninum, tí tey eru upptikin av at spæla og hava tað stuttligt saman, og tá læra tey eisini ómetaliga væl, sigur Christina Ravnsfjall at enda.
Myndirnar niðanfyri eru frá tiltakinum í Havn, sum Hans Kristian Eyðunsson Hansen hevur tikið.