Fríggjadagin 13. mars kl. 16:00 letur Flytingargluggin aftur. Tá skulu allir spælarar, sum 1. januar í kappingarárinum vóru fyltir 15 ár, og sum taka lut í kappingum fyriskipaðar av FSF, vera skrásettir í tí felag, sum teir ætla at spæla fyri fram til 15. juni, tá Flytingargluggin letur upp aftur


Eftir kravi frá FIFA, eru reglurnar í samband við Flytingargluggan hjá Fótbóltssambandi Føroya broyttar, og eru nú eisini galdandi fyri spælarar niður í 15 ára aldur.

Hetta merkir, at allir spælarar, bæði gentur og dreingir, kvinnur og menn, sum 1. januar í kappingarárinum vóru fyltir 15 ár, mugu hava sína skráseting í lagi, tá Flytingargluggin letur aftur kl. 16:00 fríggjadagin 13. mars 2020.

Í fyrsta umfari er skráseting galdandi til mánadagin 15. juni, tá Flytingargluggin letur upp aftur.

Tað er tí av stórum týdningi, at feløg, venjarar, spælarar og foreldur tryggja sær, at skrásetingin er røtt tá Flytingargluggin letur aftur.

Í 2020 er Flytingargluggin opin soleiðis
– Letur upp: 8. januar 2020
– Letur aftur: 13. mars 2020, kl. 16:00

– Letur upp: 15. juni 2020
– Letur aftur: 27. juli 2020, kl. 16:00