Farna sunnudag fingu seks núverandi og fyrrverandi dómarar prógv sum dómaraeygleiðarar. Ein av teimum er Petur Reinert, sum sigur seg hava lært nógv av teimum, ið hava eygleitt hann seinastu árini

——————

– Dómaraeygleiðingin er ein stórur partur av at menna dómararnar, og tað er einki at ivast í, at teir, sum hava eygleitt okkum seinastu árini, hava gjørt eitt stórt arbeiði. Teir hava eisini dugað væl at skúla okkum til uppgávurnar, sigur Petur Reinert við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Farna sunnudag var prógvhandan í FSF-húsinum, har seks fyrrverandi og núverandi dómarar og hjálpardómarar fingu prógv sum Dómaraeygleiðarar.

Á skeiðnum hevur verið undirvíst í Eygleiðing, Samtaluteknikki, Støðumetan, Teori og Video. Undirvísarar vóru Lassin Isaksen og Niklas á Líðarenda.

Tey seks, ið fingu Dómaraeygleiðaraprógv hesaferð, vóru Oda W. Andreasen, Rói Jacobsen, Lars Muller, Kristian Sofus Petersen, Petur Reinert og Elsa Henrysdóttir av Reyni.

– Eg havi ikki tikið endaliga avgerð enn, um eg haldi fram við at døma, ella um eg framyvir bara skal eygleiða. Hugurin er til bæði, so er bara spurningurin, um eg kann brúkast til nakað av hesum longur, sigur Petur við einum skálkabrosi.

Síðan 1996 hevur Petur Reinert dømt 350 dystir í fremstu deildini, umframt at hann eisini hevur verið hjálpardómari og 4. dómari í næstan trýhundrað dystum.