Patrik Johannesen úr KÍ er boðsendur til landsdystirnar móti Spania og Norra. Patrik avloysir Jákup L. Thomsen, sum er skaddur
Mánadagin verður av álvara sett hol á fyrireikingarnar til EM-undankappingardystirnar móti Spania og Norra, sum verða á Tórsvølli fríggjadagin 7. juni, og mánadagin 10. juni.
Fyri lítlari viku síðani kunngjørdi Lars Olsen, landsliðsvenjari føroyska hópin til komandi dystir, men venjarin verður nú noyddur at síggja burtur frá Jákupi Ludvig Thomsen, ið hevur sína dagligu gongd í íslendska FH.
Jákup er skaddur, og hevur tí givið avboð. Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Patriki Johannesen úr KÍ.
Hópurin
Teitur Matras Gestsson, HB
Karstin Hansen, Skála
Kristian Joensen, KÍ
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, Hamarkameratene (NOR)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DAN)
Magnus Egilsson, HB
Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (NOR)
Andrias Høgnason Eriksen, B36
Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DAN)
Rene Shaki Joensen, Grindavík (ÍSL)
Hallur Hansson, AC Horsens (DAN)
Brandur Hendriksson Olsen, FH Hafnarfjørður (ÍSL)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (ÍSL)
Árni Frederiksberg, B36
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Meinhard Egilsson Olsen, Kristiansund BK (NOR)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Patrik Johannesen, KÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ