Pól Jóhannus Justinussen og Heini Vatnsdal hava givið avboð til dystin ímóti Kosovo. Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Tróndi Jensen og Páll Klettskarð
Fríggjadagin 3. juni skal føroyska A-landsliðið á vøllin aftur, og tá verður føroyska liðið eisini við til at skriva søgu. Hetta verður nevniliga fyrsti altjóða dystur hjá Kosovo, sum fyrr í hesum mánaðinum fekk limaskap í UEFA og síðani í FIFA.
Men landsliðsvenjarin, Lars Olsen, verður noyddur at síggja burtur frá Pól Jóhannusi Justinussen og Heina Vatnsdal til dystin ímóti Kosovo.
Pól Jóhannus er um at verða liðugur í útbúgvingini sum elektrikari, og er farin undir sveinaroyndina, og somuleiðis er Heini Vatnsdal upptikin við skúlagongd, og verður tí heldur ikki við landsliðnum hesaferð.
Í staðin hevur landsliðsvenjarin, Lars Olsen sent boð eftir Tróndi Jensen úr HB og Páll Klettskarð úr KÍ.
Venjingardysturin millum Kosovo og Føroyar verður spældur á Volksbank Stadion í Frankfurt í Týsklandi fríggjadagin 3. juni, kl. 19:00, føroyska tíð.