Venjarin hjá kvinnulandsliðnum, Pætur Clementsen, hevur úttikið ein bruttohóp við 27 spælarum, ið skulu fyrireika seg til dystin móti Slovenia

Fyrireikingarnar hjá føroyska kvinnulandsliðnum til HM-undankappingardystin móti Slovenia, sum verður á útivølli fríggjadagin 24. november, eru so smátt farnar í gongd.

 

Pætur Smith Clementsen, landsliðsvenjari hevur úttikið ein bruttohóp við 27 spælarum, sum í næstum fer at hava regluligar venjingar á Toftum, á Eiði og í Havn, áðrenn endaligi hópurin verður úttikin 9. november.

 

Bruttohópurin

Jóna Nicolajsen, B36

Súsanna Maria Hansen, B36

Ásla Johannesen, B36

Elisabet Vang, B36

Sarita Mittfoss, B36

Birita Bergsdóttir Nielsen, B68

Laila Pætursdóttir, B68

Eyðgerð Mikkelsen, B68

Anna S. Hansen, EBS/Skála

Birna T. Mikkelsen, EBS/Skála

Ansy Sevdal, EBS/Skála

Margunn Lindholm, EBS/Skála

Heidi Sevdal, EBS/Skála

Milja Reinert Simonsen, HB

Rebekka Fjallsá Benbakoura, HB

Jónvá Hentze, HB

Nadja Dam Johannesen, HB

Arnborg Lervig, ÍF/Víkingur

Jónleyg J. Poulsen, ÍF/Víkingur

Rannvá B. Andreasen, KÍ

Evi á Lakjuni, KÍ

Katrina Akursmørk, KÍ

Randi á Bergi, KÍ

Lív F. Arge, Østerbro IF (DEN)

Olga Kristina Hansen, Østerbro IF (DEN)

Monika Biskopstø, AaB Ålborg (DEN)

Eyðvør Klakstein, Mislata CF (ESP)

 

Venjingarskrá

Mikudagin 1. nov. kl. 18:00 á Toftum

Sunnudagin 5. nov. kl. 09:00 og 15:00 á Tórsvølli

Týsdagin 7. nov. kl. 18:00 á Eiði

Hósdagin 9. nov. kl. 18:00 á Toftum

Mánadagin 13. nov. kl. 18:00 á Eiði

Mikudagin 15. nov. kl. 18:00 á Tórsvølli

Leygardagin 18. nov. kl. 09:00 og 15:00 á Tórsvølli

 

Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum mánadagin 20. november. HM-undankappingardysturin millum Slovenia og Føroyar verður á Mestni Stadion í Ptuj fríggjadagin 24. november klokkan 13:00, føroyska tíð.