Sum smádrongur brúkti Øssur Hansen nógva tíð upp á at jonglera. Og sambært honum eiga føroyingar ikki at halda seg aftur við at melda til tiltakið á Tórsvølli 6. juni, har avbjóðingin er at jonglera í 10 sekund, samstundis sum nýtt heimsmet verður sett

——————

Leygardagin 6. juni verða Føroyar partur av einum serligum Guinnessmeti, tá 20.000 fólk kring allan heimin fara at jonglera samstundis.

Í Føroyum er brúk fyri 100 luttakarum, sum skulu møta á Tórsvølli og jonglera í 10 sekund. Aftaná bjóðar FSF ábit, samstundis sum landsdysturin millum Estland og Føroyar verður vístur á stórskíggja.

Framvegis er møguligt at tekna seg til tiltakið. Tilmeldingin fer fram í nethandlinum á FSF.fo.

Ein av teimum, ið longu sum smádrongur brúkti nógva tíð upp á at jonglera, er fyrrverandi landsliðsspælarin, Øssur Hansen.

Sum óviti jongleraði hann nógv við bóltinum. Oftast var tað á vøllinum, men eisini á vegnum og inni í stovuni – og viðhvørt kostaði tað onkran urtapott, greiðir Øssur frá við einum smíli.

Seinnapartin hósdagin fekk FSF Varpið orðið á Øssur, sum á sínari yrkisleið spældi 51 A-landsdystir og skoraði tvey mál fyri Føroyar.