Í 2019 gav Fótbóltssamband Føroya út bóklingin: Kom og ven – fótbóltsvenjingar børn 6-9 ár. Nú, vit skriva 2020, er næsti partur í røðini tøkur: Kom og ven – fótbóltsvenjingar børn 9-12 ár


Enn sum áður er avgerandi neyðugt, at barnið er í einum tryggum og gevandi umhvørvi. Læring fer enn fram gjøgnum spæl og stuttleika, men eisini við meiri miðvísari fótbóltsvenjing.

9-12 ár er sokallaði gullaldurin fyri læring av grundleggjandi tekniskum førleikum, og júst tí er altavgerandi fyri fótbóltsligu menningina av einstaka leikaranum, at stórur dentur verður lagdur á teknisku venjingina.

Í bóklinginum eru 3 venjingartímar til aldursbólkarnar 9-10 ár og 11-12 ár, umframt venjingar innan økini: driblingar – við fullari ferð, 1v1, spælvenjingar, avleveringar, rondo, samanspæl/possession og avslutningsspæl.

Tilfarið er nú eisini tøkt á heimasíðuni hjá FSF sum PDF-fíla. Har eru fleiri venjingartímar tøkir.

Vit vóna, at tilfarið kann hjálpa og stuðla bæði venjarum, leikarum og foreldrum, og at upplivingarnar á vøllinum og alla aðrastaðni, har heimsins besta spæl verður spælt, verða goymdar í kroppi og sinni sum nakað gott, fjálgt og mennandi.

Yvirlit yvir ymiskt venjaratilfar, ið FSF hevur útgivið, sæst H E R