Sum nakað nýtt, fer FSF í næstum at skipa fyri einum serligum venjaraskeiði, nevnt “Leikaraleiðin”. Skeiðið er ætlað virknum og fyrrverandi fótbóltsspælarum, ið hava royndir frá útlandinum, landsliðum og í bestu deildunum í Føroyum
Endamálið við “Leikaraleiðini” er at røkka fótbóltsspælarum, sum eru komnir til árs, men framvegis eru virknir, umframt spælarum, sum eru givnir, men sum hava spælt á høgum stigi seinastu árini.
Fótbóltsfamiljan hevur tørv á venjarum við spælararoyndum, og er hendan verkætlan ein liður í arbeiðinum, at geva enn fleiri fótbóltsspælarum møguleikan at fara venjaraleiðina, eftir eini smidligari loysn, í mun til vanligu útbúgvingarleiðina.
Ynskiligt er, at luttakararnir hava drúgvar royndir í fremstu deildunum í Føroyum, hava verið yrkisleikarar uttanlands, ella landsliðsroyndir, bæði frá A-landsliðnum ella ungdómslandsliðunum.
Tey, ið ynskja at melda til “Leikaraleiðin 2024-2025”, kunnu avgreiða sína tilmelding í nethandilinum á FSF.fo
Í FSF Varpinum niðanfyri hoyra vit Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya, greiða nærri frá, hvat “Leikaraleiðin” inniber, og um onnur venjaraskeið, ið FSF skipar fyri í næstum.