Sum liður í arbeiðnum fyri at fáa fleiri kvinnur á vøllin, verður skipað fyri átakinum “Venjaraleiðin”, har kvinnur kunnu taka B2 og B3 venjaraprógv um eina leið


Venjaraleiðin er fyri kvinnur, sum hava hug og hegni til at fara undir venjaraútbúgving og á tann hátt vera við til at hækka støðið á føroyskum fótbólti. Talan er um eitt skeið, har luttakararnir taka B2 og B3 í eini serligari tilgongd, sum er ætlað kvinnuligum venjarum. Umframt at nema sær vitan innan venjarayrkið, kunnu luttakararnir eisini fáa nógv burtur úr at hitta og læra aðrar kvinnuligar venjarar betur at kenna umvegis skeiðini, sigur Pætur S. Clementsen, tekniskur stjóri við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.

– Seinastu árini hava heilt nógvar kvinnur tikið B1 venjaraskeið, men lutfalsliga fáar fara víðari í venjaraútbúgvingini. Við hesum átakinum vóna vit at fáa fleiri kvinnur ígjøgnum B2 og B3, og eftir hetta eru tær klárar at fara undir B4, sum endar við einum UEFA B-prógvi. Av royndum vita vit, at nógvar kvinnur hava alt, sum skal til fyri at gerast ein góður venjari, men samstundis eru tað lutfalsliga fáar, sum taka lut á venjaraskeiðunum hjá okkum. Við at skipa tað eftir hesum leistinum vóna vit at fáa enn fleiri dugnaligar kvinnuligar venjarar afturat teimum, sum eru komnar ígjøgnum, sigur Pætur S. Clementsen. 

Pláss er fyri 20 luttakarum á Venjaraleiðini, og freistin at søkja er 15. januar. Niðanfyri ber til at lesa meira um átakið, og harumframt ber eisini til at taka niður umsóknarskjal.