13 luttakarar – tíggju menn og tríggjar kvinnur – eru á skeiðnum, sum byrjaði mánadagin. Væntandi hava øll staðið endaligu royndina um hálvt annað ár
——————
Mánadagin settu 13 komandi UEFA A-venjarar seg við undirvísingarborðini hjá Fótbóltssambandi Føroya. Nýtt A-venjaraskeið er byrjað, og um alt gongur eftir ætlan, verða tey – tíggju menn og tríggjar kvinnur – liðug seint á heysti í 2024.
– Tað er altíð hugaligt, tá nýtt venjaraskeið byrjar. Vit kenna tey flestu frá øðrum skeiðum, men tá talan er um A-skeið, verða tey trýst eitt sindur meir enn áður, og uppgávurnar eru eitt sindur størri. Men saman fara vit at koma í gjøgnum útbúgvingina, so vit gleða okkum til komandi tíðina, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri hjá FSF.
Síðan 2007, tá Fótbóltssamband Føroya fór undir A-venjaraútbúgvingina sum vit kenna hana í dag, hava eini 150 venjarar staðið royndina, og í dag eru 76 føroyskir venjarar, ið hava galdandi prógv, og sum kunnu kalla seg UEFA A-venjarar.
Myndir: Hans Erik Danielsen