Í januar 2024 fer FSF undir nýggja UEFA C venjaraútbúgving. Fyrsta skeiðið er C1, har endamálið er at geva nýggjum venjarum, sjálvbodnum, foreldrum og øðrum innleiðandi kunnleika um barna- og ungdómsvenjing
——————
Fríggjadagin 26. og leygardagin 27. januar 2024 skipar Fótbóltssamband Føroya fyri C1-venjaraskeiði í Havn. Talan er um nýtt venjaraskeið, har dentur verður lagdur á at geva nýggjum venjarum, sjálvbodnum, foreldrum og øðrum innleiðandi kunnleika um barna- og ungdómsvenjing.
Luttakararnir fáa vitan um, hvussu børn mennast, og hvussu hetta kann síggjast aftur í fótbóltsvenjingum. Leikluturin hjá venjarunum verður eyðmerktur, og luttakararnir fáa innlit í, hvussu venjarin kann standa fyri venjingum, og hvussu venjingar kunnu skipast í samsvari við aldur og førleikar hjá spælarunum.
Harafturat fáa luttakararnir eisini førleikar at skipa fyri barna- og ungdómsvenjingum, samstundis sum tey læra at standa við venjaraábyrgdini.
Nýggja C1-venjaraskeiðið er 15 tímar, og er sett saman av trimum modulum, sum hvørt er 5 tímar.
– Leikarin: Menningarstig og aldursrelaterað venjing
– Venjarin: Leikluturin hjá venjaranum í fyriskipan og venjing
– Venjingin: Grundleggjandi tættir í venjing av børnum og ungum
Tilmeldingarfreistin til C1-venjaraskeiðið, sum verður 26. og 27. januar, er fríggjadagin 19. januar. Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.
Nærri kunning um skeiðið sæst í Nethandilinum, og eisini er møguleiki at venda sær til Eli Hentze, telefon 29 19 62.