Fríggjadagin í komandi viku spælir føroyska A-landsliðið við monnum fyrsta dystin í UEFA Nations League. Atgongumerki kunnu keypast í Nethandilinum á fsf.fo, og longu nú eru yvir 2.000 atgongumerki seld

Atgonumerkjasølan til fyrsta dystin í UEFA Nations League, sum verður á Tórsvølli fríggjadagin 7. september klokkan 19:45, tá maltesar koma á vitjan, gongur væl.

 

Meðan Tórsvøllur er undir um- og útbygging, er pláss fyri 3.500 áskoðarum kring vøllin, og fyrrapartin týsdagin vóru yvir 2.000 atgongumerki seld til dystin móti Malta.

 

Atgongumerki kunnu keypast í Nethandilinum á fsf.fo.

 

Á tíðindafundi í FSF-húsinum fyrrapartin mánadagin kunngjørdi Lars Olsen, landsliðsvenjari, hópin til dystirnar móti Malta og Kosovo. Tríggjar dagar eftir dysin móti Malta, spælir føroyska liðið á Fadil Vokrri Stadion í Pristina í Kosovo.

 

Í Nethandilinum ber nevniliga eisini til at ogna sær pláss á landsliðsferðini, sum verður gjørd við føroyska landsliðnum til Kosovo.