Eftir at Summarfótbólturin er skotin í gongd við tveimum frálíkum Fótbóltsdøgum á Tórsvølli, er niðurteljingin nú byrjað til Fótbóltsstevnurnar kring landið


Fótbóltsstevnurnar eru eitt nýtt og frískt ískoyti til summarfrítíðina, har børn kring landið kunnu hittast í frítíðini til fjølbroytt og stuttligt fótbóltsvirksemi. Stevnurnar verða kring landið, og endamálið er at skapa øðrvísi spælmøguleikar til tey, sum halda summarfrítíð, sigur Christina Ravnsfjall, grassroots samskipari í FSF.

– Við stevnunum koma vit út á ymiskar leikvøllir kring landið og skipa fyri smáum dystarspølum, sum bróta frá tí, sum børnini kenna frá gerandisdegnum. Luttakarar melda seg til sum einstaklingar og verða bólkaði í smá lið, sum so spæla dystir móti hvørjum øðrum í ymiskum dystarútgávum, sigur hon.

Hon leggur afturat, at huglagið á stevnunum verður merkt av frítíð og stuttleika, og tí verða umstøður eisini hjá luttakarunum at royna seg við ymiskum øðrvísi spølum og avbjóðingum á vøllinum.

Stevnurnar verða skipaðar saman við feløgunum, sum leggja vøll til tiltøkini og skráin sæst niðanfyri. Tilmelding til hvørja stevnu letur upp tvær vikur frammanundan, og kostnaðurin er 50kr. Sum luttakari fært tú:

  • Eina øðrvísi fótbóltsuppliving
  • Møguleika fyri at møta øðrum spælarum kring landið
  • Frukt og okkurt drekkandi

9. juli kl. 14-16: U9 á Skála TILMELDING HER
16. juli kl.10-12: U11 í Runavík
16. juli kl. 13-15: U13 í Runavík
22. juli kl.11.30-13: U9 í Trongisvági
22. juli kl. 14-15.30: U11 í Trongisvági
22. juli kl.16-17.30: U13 í Trongisvági
31. juli kl. 10-12: U9 í Hoyvík
6. august kl. 10-12: U11 í Klaksvík
6. august kl. 13-15: U13 í Klaksvík