Í døgunum 11. til 14. august verður Fótbóltssamband Føroya vertur fyri norðurlandafundi innan venjaraútbúgvingina og leikaramenningina

——————

Innan fleiri ymisk øki hevur Fótbóltssamband Føroya eitt sera gott samstarv við hini fimm norðurlondini, og javnan eru norðurlandafundir á skránni.

Í samband við venjaraútbúgvingina og leikaramenningina hittast londini annaðhvørt ár, og skiftast tey um at vera vertir. Í fjør skuldi fundurin vera í Føroyum, men orsaka av korona bleiv norðurlandfundurin útsettur til í ár, og verður í døgunum 11. til 14. august.

– Endamálið við fundinum er at deila vitan og fáa íblástur frá hvørjum øðrum, umframt at viðlíkahalda netverkið við fólk, ið hava líknandi starvsuppgávur í øðrum fótbóltssambondum.

– Hetta er sera gagnligt og ein góð hjálp í dagliga arbeiðinum gjøgnum árið, har vit regluliga samskifta við okkara grannalond, tá ávísar støður stinga seg upp. Tað er einki at ivast í, at hesir fundir eru mennandi fyri okkum og hini norðurlondini, sigur tekniski stjórin í Fótbóltssambandi Føroya, Pætur Clementsen, við heimasíðuna hjá FSF.

Skráin fyri norðurlandafundin 2021 er fjørbroytt og spennandi. Umframt framløgur og fyrilestrar frá øllum londunum, verður eisini vitjað í einum felag, har luttakararnir fáa innlit í, hvussu gerandisdagur er í einum føroyskum fótbóltsfelag.