Hóast talan var um eina javnan dyst, so endaði tað kortini við, at norðmenn fór við øllum trimum stigunum í EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Norra. Norðmenn vunnu 2-0

– Hetta bleiv akkurát so strævið, sum eg væntaði framman undan. Føroyska liðið stressaði okkum alla tíðina, og teir vístu til tíðir sera gott spæl. Men sæð yvir tveir hálvleikir, so haldi eg at sigurin var uppiborin, segði norski venjari, Lars Lagerback millum annað á tíðindafundinum eftir dystin.

 

Norra fór avstað við teimum trimum stigunum á Tórsvølli mánakvøldið. Men sum heild var talan um ein javnan dyst, og serliga í fyrra hálvleiki kom føroyska liðið til fleiri góðar málmøguleikar.

 

Í seinni hálvleiki brendi eisini á framman fyri norska málið, og tættast við at skora var Odmar Færø, tá hann skallaði bóltin á stongini. Men bólturin vildi ikki inn um norska málverjan, og í staðin fekk Norra tvey mál og vann 2-0. Bjørn Johnsen gjørdi bæði málini fyri norsku gestirnar á Tórsvølli.

 

Næstu dystir hjá føroyska landsliðnum verða í september. 5. september fáa vit vitjan av Svøríki, og 8. september skal føroyska liðið spæla á útivølli móti Spania.

 

Samstundis sum Føroyar og Norra spældu, hevði Malta vitan av Rumenia, Tann dystin vunnu rumenar 4-0. Og í Spania vunnu spaniólar 3-0 á Svøríki.