Farna vikuskifti varð skipað fyri instruktørskeiði í FSF húsinum. Frá hósdegnum, og allan fríggjadagin og leygardagin vóru tey, sum undirvísa á venjaraskeiðum hjá FSF, á skúlabonki

——————

Fótbóltssamband Føroya hevur eina umfatandi venjaraútbúgving við tilboðum líka frá B1 til B4/UEFA B-venjaraprógv, A-venjaraútbúgving og málmansvenjaraútbúgving.

Men fyri at hetta skal bera til, er alla tíðina neyðugt við eldhugaðum undirvísarum, og sum liður í menningini varð farna vikuskiftið skipað fyri skeiðið fyri okkara egnu undirvísarum.

Luttakararnir á skeiðnum vóru fleiri royndir undirvísarar, men endamálið var eisini at útvega sær nýggjar undirvísarar, sum kunnu leggjast afturat og taka eina hond í í komandi árini.

Á skránni var millum annað gjøgnumgongd av nýggju C-venjaraútbúgvingini – sum fer av bakkastokki seinni í ár – framløgur um undirvísingarástøði, umframt at eygleiða venjingar á vøllinum.

Harafturat var nógv tíð sett av til bólkaarbeiði og kjak, har luttakararnir arbeiddu við ymiskum evnum.

Pætur Smith Clementsen er tekniskur stjóri í Fótbóltssmabandi Føroya, og hevur harvið ábyrgd av ítróttarliga partinum hjá FSF. Og hann er væl nøgdur við skeiðið, sum var hildið farna vikuskifti.

– 20 luttakarar vóru á skeiðnum, og tað er at gleðast um, at undirtøkan var so góð. UEFA setir eisini krøv til útbúgving av egnum undirvísarum, og vit hava tískil verið í tøttum samstarvi við UEFA um skránna, so vit tryggja okkum, at vit lúka altjóða krøvini sum verða sett undirvísarum á venjaraútbúgvingini.

– Vit hava ein góðan hóp av fakliga sterkum undirvísarum, og við at møtast árliga á slíkum skeiðum, royna vit at halda okkum dagførdar, umframt at umrøða aktuel viðurskifti. Nógv útbúgvingarvirksemi er á skránni í ár, so nú eru vit spent og motiveraði at fara í gongd, sigur Pætur Smith Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Yvirlit yvir venjaraskeið, ið fyribils eru á skránni í 2023, sæst H E R

Myndir: Hans Erik Danielsen