Ikki færri enn sjey venjaraskeið eru á skránni í hesum árinum. Har ímillum er nýtt A-venjaraskeið, sum byrjar í august mánað.


Aftur í ár skipar fótbóltsdeildin hjá FSF fyri fleiri venjaraskeiðum. Í løtuni eru sjey venjaraskeið sett í skránna, og ikki óhugsandi kemur okkurt skeið afturat, sum árið líður.

– Vit royna alla tíðina at bjóða teimum, ið ynskja at gerast venjarar, góð tilboð. Og sum heild er undirtøkan fyri venjaraskeiðunum, ið Fótbóltssamband Føroya skipar fyri, góð, sigur Eli Hentze, útbúgvingarsamskipari hjá FSF.

Eli leggur afturat, at feløgini hava eisini møguleikan fyri sjálvi at skipa fyri C1 venjaraskeiðum, sum síðani verða hildin í tøttum samstarvi við umboð fyri FSF.

Ein roynd verður eisini gjørd at fáa fleiri kvinnur við. Í oktobur í fjør fór FSF undir eitt serligt venjaraskeið nevnt “Leikaraleiðin”, sum er fyri virknar og fyrrverandi fótbóltsspælarar, ið hava royndir frá útlandinum, landsliðum og í bestu deildunum í Føroyum.

Undirtøkan fyri “Leikaraleiðini” hevur verið góð, og nú er avgjørt at skipa fyri einum líknandi skeiði fyri kvinnur, sum byrjar í mars og endar í novembur.

Nýtt UEFA A-venjaraskeið fer eisini av bakkastokki seinni í ár. Eftir ætlan verður byrjað í august, og síðani endar skeiðið við próvtøku í oktobur 2026.

Yvirlit yvir venjaraskeið í 2025/2026 sæst HER.